Starvsfólkarættur
Starvsfólkarættur sum hugtak fevnir um øll viðurskifti í sambandi við eitt starv, líka frá setan til uppsøgn.
Okkara fatan er, at menniskjaliga tilfeingið er grundarlagið undir einum og hvørjum virksemi. Tað er tí umráðandi at hava kunnleika til, hvussu hetta tilfeingið skal røkjast, soleiðis at sum mest fæst burturúr, bæði fyri fyritøkuna og fyri tað einstaka starvsfólkið. At hava kunnleika til tey rættindi og tær skyldur, ið eru galdandi partanna millum í arbeiðsviðurskiftum, kann hava stóran týdning fyri hvussu samstarvið hilnast, eins og tað er av avgerandi týdningi, at virða hesi rættindi og skyldur. Hetta kann hava stóran týdning fyri tilrættalegging av rakstrinum fyritøkuni, eins væl og tilrættalegging av privatbúskapinum hjá einstaka starvsfólkinum, bæði í góðum og ringum tíðum.
Ivamálini, ið kunnu stinga seg upp, kunnu vera ymsik, alt eftir um talan um er umviðurskifti í sambandi við starvssetan, viðurskifti undir starvssetan ella viðurskifti í sambandi við uppsøgn ella uppsagnir.
Er talan um viðurskifti í sambandi við starvssetan, kunnu spurningarnir vera t.d. herundir setanartilgongd, hvussu funnið verður fram til rætta umsøkjaran, hvør lóggáva er galdandi, sáttmálaviðurskifti, formligar mannagongdir, setanartreytir, lýsing av starvsinnihaldi o.s.fr.
Í sambandi við at fólk eru í starvi kunnu ymiski ivamál stinga seg upp, t.d. barnsburður, farloyvi við ella uttan løn, frítíðarrættindi, eftirútbúgving, brot í tænastuni, ávaringar o.s.fr.
Er talan um samstarv heldur uppat, tað verið seg við at fólk sjálv siga upp ella verða uppsøgd, so kunnu ivamál stinga seg upp í hesum sambandi. Vanligu ivamálini eru uppsagnarfreist, grundgeving fyri uppsøgn, fríttstilling, rættindi í sambandi við uppathald, hvussu við fríari telefon? Hvussu við frítíð, sum ikki kann haldast? Hvussu við løn, um fólk fer í annað starv?, umframt formlig krøv, t.d. møgulig hoyring, samskifti við fakfelag o.s.fr.
At hava neyvan kunnleika til øll hesi viðurskifti kann vera trupult, serliga hjá smærri fyritøkum, ið ikki hava orku til burturav at taka sær av hesum spurningum, men eisini hjá størri fyritøkum kann gerðast neyðugt at søkja sær ráðgeving um ymisk ivamál og spurningar.
Vit eru tí altíð tilreiðar at ráðgeva tygum í støðu tygara.
|