Tænastur til vinnukundar

 

Sum dømi um ráðgeving til vinnuligar fyritøkur og virkir kunnu nevnast, ráðgeving um innanhýsis viðurskifti, hvussu fyritøkan er bygd upp hvat viðvíkur eigaraviðurskiftum, leiðsluviðurskiftum, og starvsfólki v.m., umframt ráðgeving um uttanhýsis viðurskifti sum t.d. sáttmálaviðurskifti við kundar, við samstarvsfelagar, ósemjur og rættarmál av ymiskum slag v.m.

Av teimum økjum, ið vit hava drúgvast royndir innan, kunnu nevnast: 

    - stovnan av fyritøku, t.d. persónliga riknari fyritøka, smápartafelagi ella partafelagi, íognarfelagi
    - ráðgeving av vinnuligum fyritøkum
    - keyp og sølu av fyritøkum, t.d. handils- og vinnufyritøkum
    - uppsetan av leigusáttmálum
    - ráðgeving og rættarmál um byggimál og byggijura, herundir ABF 92, 06, ABR o.t.
    - søla av fastogn, herundir handils- og vinnubygningum
    - søla av leysafæ, t.d. skipum, bátum, bilum, partabrøvum, málningum, lutum úr konkursbúgvi 
    - starvsfólkarætt, herundir setan av starvsfólki, uppsagnarmál, sáttmálaviðurskifti 
    - endurgjaldsrætt, t.d. um manglar í sambandi við húsakeyp ella bilkeyp    
    - tryggingarrætt
    - sjórætt
    - umhvørvismál
    - konkursviðgerðir fyri Føroya Skiftirætt
    - solventar likvidatiónir av feløgum
    - nevndararbeiði    
    - rættarmál av ymiskum slag
    - innheinting av útistandandi peningi 

Til vinstru á síðuni eru einstøk útvald dømi um, hvat ráðgevingin á ávísum økjum fevnir um.

Tygum eru altíð vælkomin at seta tygum í samband við skrivstovu okkara til eitt prát um tygara vinnuvirksemi, tað verið seg til loysn av ávísum uppgávum, svar uppá spurningar og ivamál ella til eina generella gjøgnumgongd av løgfrøðiligu viðurskiftunum í vinnufyritøku tygara.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Klett Advokatar
Bringsnagøta 21
Postboks 62
110 Tórshavn


Tlf. 31 17 44
Faks 31 88 44
T-post: klett@klett.fo