Stovnan av fyritøku

Persónar, ið ætla sær at fara undir vinnuligt virksemi eiga at umhugsa, undir hvørjum formi virksemið skal rekast. Alt eftir, hvør ætlanin er, kunnu møguleikarnir vera fleiri, t.d. persónliga rikið virkið, íognarfelag, smápartafelag ella partafelag.

Tey viðurskifti, ið eiga at verða umhugsaði í hesum sambandi eru t.d. persónlig ábyrgd hjá luttakarunum, vandi fyri tapi, skattafyrimunir, skal virkið rekast saman við øðrum, og um ja, hvussu verður samstarvið skipað, byrjunarkapitalur og fígging, krøv frá almennum myndugleikum o.s.fr.,

Høvuðsmunirnir ímillum teir ymisku formarnar, ið eitt virki kann rekast undir, eru júst spurningar so sum byrjunarkapitalur, persónliga ábyrgd fyri skuld hjá vinnufyritøkuni ella skattlig viðurskifti.

Høvuðsfyrimunir við smápartafelags- ella partafelagsforminum eru, at tygara vandi fyri tapi er í høvuðheitum avmarkaður til ta upphædd, ið tygum hava sett í felagið sum partapening. Harumframt kunnu vera munandi skattafyrimunir, sæð í mun til at reka vinnuligt virksemi sum persónliga rikið vinnuvirki. Hinvegin kunnu tað í ávísum førum vera fyrimunir við at byrja virksemi sum persónliga rikin fyritøka (firma).

Tilráðingin og avgerðin um, hvør formur skal veljast, eigur undir øllum umstøðum at byggja á eina ítøkiliga meting av ítøkiligu viðurskiftunum.

Vit hava nógvar royndir við at ráðgeva kundum okkara í, hvør felagsformur hóskar best til júst teirra fyritøku, umframt síðan at avgreiða praktisk viðurskifti í sambandi við stovnan av fyritøkuni, herundir ger av stovningarskjølum, skrásetingar og fráboðanir mótvegis myndugleikum o.s.fr.


Klett Advokatar
Bringsnagøta 21
Postboks 62
110 Tórshavn


Tlf. 31 17 44
Faks 31 88 44
T-post: klett@klett.fo