Tænastur til privatkundar

Sum privatpersónur kunnu tygum á lívsleiðini koma í ymsar støður, har tygum hava tørv á løgfrøðiligari ráðgeving.

Sum dømi um tær fjøltáttaðu uppgávurnar, ið vit loysa fyri privatkundar okkara kunnu nevnast:

- deyðsbúarviðgerð, bæði privat og almenn skiftir
- arvarættarligar spurningar, testamentir o.t.
- hjúnalagsmál, separatión og hjúnaskilnaður, uppihaldspening
- leigusáttmálar
- mál um foreldramyndugleika og samveru við børn
- skifti av felagsbúgvi millum hjún í sambandi við hjúnaskilnað
- rættarmál í sambandi við sethúsa- ella bilkeyp
-søla av sethúsaognum og leysafæ
- revsimál fyri brot á revsilóg ferðslulóg
- rættarmál av ymiskum slag

Til vinstru á hesi síðuni kunnu tygum finna ymisk evni, ið vit hava valt at taka fram sum dømi um tær fjøltáttaðu uppgávurnar, ið vit í dagliga yrki okkara sum advokatar loysa fyri privarkundar.

Um tygum hava einhvønn spurning, trupulleika ella eitthvørt ivamál, ið tygum ynskja okkara hjálp at fáa greitt, standa vit sjálvsagt tilreiðar at hjálpa tygum við hesum.

Klett Advokatar
Bringsnagøta 21
Postboks 62
110 Tórshavn


Tlf. 31 17 44
Faks 31 88 44
T-post: klett@klett.fo