 |
|
|
|
 |
Ráðgeving til tað almenna
Skrivstova okkara hevur drúgvar royndir í at ráðgeva almennum myndugleikum og stovnum, bæði sum ráðgeving til fyrisitingarliga viðgerð og ráðgeving í ósemjum í sivilrættarligum høpi.
Sum dømi um ráðgeving til almennar myndugleikar og stovnar kunnu nevnast ráðgeving um fyrisitingarlig viðgerð og avgerð av málum innan fyrisitingina, t.d. byggimálum fyri kommunur, starvsfólkamálum um uppsagnir, umframt aðrar spurningar av starvsfólkarættaligum slag, spurningar og viðgerð av málum um innlit v.m.
Tá tað almenna er partur í ósemjum av sivilrættarligum slag, sum t.d. um leigumál, bygging, avtalur o.t., so bjóða vit okkum fram at ráðgeva um hesi viðurskifti, herundir eisini at føra rættarmál vegna tað almenna.
|
|
 |
|
 |
Klett Advokatar
Bringsnagøta 21
Postboks 62
110 Tórshavn
Tlf. 31 17 44
Faks 31 88 44
T-post: klett@klett.fo
|
|
|
|
 |
|
|
 |
|
|
|
|
 |
|