Arvur og skifti
Tá ein av tygara næstu eru farin av foldum, skulu tygum sum arvingur taka støðu til, hvussu búgvið eftir hin deyða skal viðgerðast. Spurningar og ivamálini kunnu vera mong, og tað kann tykjast torført at fáa yvirlit yvir støðuna, ið tygum skulu taka støðu til.
Í stuttum kunnu lýsast nøkur evni, ið kunnu gerðast viðkomandi í eini tílíkari støðu:
Óskift búgv?:
At sita í óskiftum búgvi er ein møguleiki, ið eftirlivandi hjúnafelagin hevur, um treytirnar fyri hesum annars eru loknar. Talan er um, at skiftið av arvi eftir tann deyða verður útsett til eftirlivandi hjúnafelagin doyr.
Endamálið við møguleikanum fyri óskiftum búgvi er at tryggja, at eftirlivandi hjúnafelagin kann varðveita sítt livistøði, herundir møguleikan at verða búgvandi í húsum
Um skift verður, so eru í høvuðsheitum 2 hættir at skifta, nevniliga privat skifti og alment skifti
Privat skifti:
Hetta er sum hugtakið sigur eitt skifti, ið fer fram privat millum arvingarnar, møguliga við hjálp frá kønum fólki. Tá arvingarnir hava tikið støðu til, at teir vilja skifta privat, verður heitt á skiftirættin um at lata arvingunum búgvið til privat skifti. í hesum sambandi skulu skjøl útfyllast til skiftirættin.
At skift verður privat viðførir, at tað eru arvingarnir, ið hava ábyrgdina av, at uppgerðir verða latnar viðkomandi myndugleikum, t.d. TAKS og skiftirættinum.
Alment skifti:
Eitt alment skifti er eitt skifti, ið skiftirætturin stendur fyri. Orsøkirnar til, at arvingar velja alment skifti kunnu vera nógvar og ymiskar, men mest vanligu orsøkirnar eru manglandi yvirlit yvir fíggjarstøðuna hjá tí deyða, herundir óvissa um, hvussu stór skuldin er, ósemjur millum arvingar, bæði um hvør er arvingur ella ikki og hvør skal arva hvat.
Tá eitt deyðsbúgv verður tikið til alment skifti, verðu vanliga ein medhjálpari tilnevndur av skiftirættinum at standa fyri búviðgerðini.
Um tygum ynskja okkara ráðgeving, ella hava eitthvørt at spyrja um í sambandi við arv ella skifti, so eru tygum vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
|