Tá gift hjún av einihvørjari orsøk koma til ta niðurstøðu, at tey ikki longu skulu liva saman, so uppstanda ymiskir praktiskir spurningar um hjúnaskilnað, tað verið seg spurningar um separatión, hjúnaskilnað, skifti, konupening, o.a.
Í høvuðsheitum kann sigast, at um fólk eru samd um at vilja separerast ella skiljast og eru samd um treytirnar, t.d. uppihaldspening, so kann hetta avgreiðast gjøgnum Ríkisumboðið við loyvi (bevilling) .
Eru fólk hinvegin ósamd um separatión ella hjúnaskilnað, ella treytirnar fyri hesum, so verður málið lagt fyri rættin, og síðan fáa partarnir dóm fyri, at tey eru separeraði ella skild, og undir hvørjum treytum.
Í sambandi við skilnað sum so, tað verið seg undir separatión ella eftir hjúnaskilnað, so skal støða eisini takast til, hvussu ogn og skuld í hjúnalagnum verður býtt millum partarnar. Hetta verður nevnt skifti.
Viðmerkjast skal, at spurningur um foreldramyndugleika og samveru ikki longur formliga eru tengdir at hjúnaskilnaðinum sum so, men kann viðgerðast fyri seg undir ella eftir ein hjúnaskilnað. Víst verður til viðmerkingarnar til vinstru undir foreldramyndugleiki og samvera.
Skivstova okkara hevur drúgvar royndir í viðgerðum hjúnalagsmálum og skiftum, og tygum eru altíð vælkomin at seta tygum í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving til júst tygara støðu.
|