Foreldramyndugleiki og samvera

Foreldramyndugleiki yvir einum barni merkir í stuttum, at tann, ið hevur henda myndugleika, hevur skyldu til at taka sær av barninum og hevur rætt til at taka avgerðir um viðurskiftini hjá barninum.

Foreldrini hjá einum barni kunnu hava felags foreldramyndugleika, sum t.d. tá tey eru ella blíva gift. Foreldramyndugleikin kann eisini liggja hjá einum av foreldrinum, uttan at hitt foreldrið hevur lut í foreldramyndugleikanum, t.d. tá talan er um ógift foreldur, og tey ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika. 

Í sambandi við separatión og hjúnaskilnað ella eftirfylgjandi kann tørvur verða á at uppheva felags foreldramyndugleikan, og í hesum sama viðfangi skal støða takast til, hvør av foreldrunum framyvir einsamalt skal hava foreldramyndugleikan. 

Tað foreldrið, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum hevur sum útgangstøði so í staðin rætt til samveru við barnið. 

Um foreldrini ikki kunnu semjast um samveruna, so kann Ríkisumboðið, útfrá eini meting av, hvat er best fyri barnið, taka avgerð um samveruspurningin.

Klett Advokatar
Bringsnagøta 21
Postboks 62
110 Tórshavn


Tlf. 31 17 44
Faks 31 88 44
T-post: klett@klett.fo